Umhvørvi & Burðardygd

At arbeiða burðardygt hevur stóran týdning bæði fyri okkum, men eisini komandi ættarlið.

Vit hoyra nógv um veðurlagsbroytingar og um dálking av náttúruni. Aðalmálið í einari umhvørvisleiðsluskipan er at taka atlit til neiligu ávirkanina, sum ein fyritøka/stovnur hevur á veðurlagsbroytingar, náttúrna og dálking av umhvørvinum.

Vit á Atlanticon ynskja, at gera gerandisdagin hjá tíni fyritøku/stovni lættari og meiri umhvørvisvinaligan og burðardyggan.

Við 25 ára royndum á bakið innan umhvørvið og burðardygdleika, hava vit góða vitan og hjálpitól, at leiða tína fyritøku á eina grønari framtíð. Les meira her.

Somuleiðis hava vit verið við og havt leiðsluna í altjóða umhvørvisverkætlanum, so sum verkætlan innan Grøn Almenn Innkeyp. Les meiri við at trýsta á leinkjuna.

Grøn Almenn Innkeyp eru betri fyri náttúruvísindaliga umhvørvið og arbeiðsumhvørvið, og vilja vit fegin hjálpa tær, at røkka á mál við hesum. Les meiri her.

Í nærum tjúgu ár hava vit hjálpt fyritøkum at fáa gongd í ISO leiðsluskipanir, og aðrar leiðsluskipanir til minni og størri virkir og stovnar. Ein góð leiðsluskipan hjálpir fyritøkuni, at spara pening, yvirhalda lógir og fáa glaðari og effektivari starvsfólk. Les meira her um ISO 14001 Umhvørvisleiðsluskipan og um sokallaðu lættu umhvørvisleiðsluskipanir, EMS – light her.

Heimsmálini

ST hevur ásett 17 heimsmál fyri burðardygga menning og hesi málini eru holistisk og taka atlit bæði til umhvørvi, tað sosiala og tað búskaparliga, ið eru samanbundin á kross.

Atlanticon hjálpir fyritøkum og stovnum at arbeiða stratekisk við heimsmálunum.

Les meira um heimsmálini her.

Fá meiri at vita 

Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost

Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo