Leiðsluskipanir
Vit hjá Atlanticon vita, at við góðum leiðsluskipanum fáast vælriknar fyritøkur og stovnar, tí veita vit burðardyggar leiðsluskipanir til fyritøkur og stovnar, smáar sum stórar, runt alt Føroyar. Leiðsluskipanir, ið vilja økja um trivnaðin hjá starvfólki, kundanøgdsemi og effektivitet.
Atlanticon hevur drúgvar royndir innan, leiðsluskipanir, bæði ISO leiðsluskipanir og minni leiðsluskipanir. Leisluskipanir, har atlit verða tikin til góðsku, matvørutrygd, heilsu, trygd og umhvørvi tær sonevndu HTU leiðsluskipanir. Hesar leiðsluskipanir kunnu setast í verk fyri hvørt øki sær ella saman í eina leiðsluskipan.
Leiðsluskipanir, ið sameina fyritøkur
Tá Atlanticon setur leiðsluskipanir í verk, verður hetta gjørt í samsvar við altjóða leiðslustandard, og har møguleiki er at útbyggja leiðlsuskipanina um ynskiligt. Altjóða ISO leiðslustandarar leggja dent á, at sameina fyritøkuna og vekk frá tí sonevndu geirahugsanini ella siloir.
Okkara arbeiðið við ISO-9001 Góðskuleiðslu-sertifiseringum byrjaði miðskeiðis í 1990’unum. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar prosesstýrdar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna og har viðlíkahaldi er lítið.
Somuleiðis hava vit síðani 2007 veitt ráðgeving til fyritøkur og stovnar í samband við at fáa ISO-14001 Umhvørvisleiðslu-sertifisering, og í 2010 var fyrsta framleiðslufelag í føroyum ISO 14001 Umhvørvsileiðslu-sertifiserað.
Í 2018 kom á fyrsta sinnið ein ISO standardur fyri Arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan út og sama ár vóru vit ráðgevar, tá fyrsta ISO 45001 Arbeiðsumhvørvisleiðslu-sertifisering varð givin í Føroyum.
Fá meira at vita um leiðsluskipanir innan:
ISO 9001, Góðskuleiðsluskipan her
ISO 14001, Umhvørvisleiðsluskipan her
ISO 45001, Arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan her
Serskipanir fyri Matvørur og fiskivinnu her
Skipanir fyri Umhvørvi og Burðardygd her
Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost
Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo