Grøn Almenn Innkeyp

Títt átak ger mun

Tað almenna hevur stóra nýtslu av vørum og tænastum, og tí hevur tað ein avgerandi týdning, at seta grøn almenn innkeyp í verk. Hetta er við til, at minka um umhvørvisárin og, at fáa marknaðin meiri burðardyggan. Norðurlond hava longu í fleiri ár arbeitt við, at seta gongd á grøn almenn innkeyp. Vit, í smáu samfeløgunum eru ikki komin so langt, men vit kunnu hella okkum at royndunum hjá øðrum stovnum, býum og londum.

Tað er ikki neyðugt at byrja á berum og at skipað ein heilt nýggjan innkeypspolitikk. Atlanticon kann hjálpa tær, at fáa gongd í ein yvirskipaðan politikk um grøn almenn innkeyp, ið hóskar seg væl til júst tína fyritøku.

Eitt vælfyrireikað innkeyp krevur tíð og orku

  • Legg tíð og orku í at fyrireika innkeyp, hetta loysir seg í longdini.
  • Lat samskifti við veitarar vera opið og uttan mismun.
  • Tað er óneyðugt at gera ov skjótt av, veitarir hava eisini brúk fyri tíð til uppgávuna, millum annað fyri, at fáa til vega skjalprógv um umhvørviseginleikar á sínum vørum.
  • At hava opið samskifti við veitarar og at hava góða tíð, er ein týdningarmikil fyritreyt fyri, at menna marknaðin við umhvørvisvinarligum vørum.
  • Finn fram til hvørjar vørur og tænastur eru umhvørvismerktar, ella hava aðrar líknandi og álítandi góðkenningar.
  • Fá í lag samstarv og samskifti við fyritøkur og við tey, sum taka avgerðir um, hvussu enn fleiri umhvørvismerktar vørur og tænastur kunnu fáast á marknaðin.

Fá meiri at vita 

Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost

Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo