SKEIÐ Í GÓÐSKULEIÐSLU

ISO 9001 – Fáið eina væleydnaða arbeiðsumhvørvisleiðslu

 

Við at luttaka á skeiðnum, verður tú før/ur fyri, at skilja grundreglurnar innan góðsku- og prosessleiðslu, umframt innihaldi í nýggja ISO 9001:2015 stadnardinum. Tú verður ílatin til, at seta í verk og/ella viðlíkahalda eina góðskuleiðsluskipan, ið livir upp til krøvini í standardinum.

Við einari góðskuleiðsluskipan varðveitir ella økir tú um góðskuna og tænastuna uttan, at seta lønsemi í vanda.  Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og fyri almennar stovnar.

Skeiðið er ætlað:

Stjórum, góðskuleiðarum og øllum, ið hava ábyrgd av einum virki ella stovni, ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við, at seta eina góðskustýring í verk, ella ið skulu dagføra eina góðskuleiðsluskipan til nýggja ISO 9001:2015 standardin.

Eftir lokið skeið vilt tú hava kunnleika um:

  • Týdningin av einari góðskuleiðslu fyri nøgdsemi hjá kundunum og hjá starvsfólkunum á virkinum ella stovninum.
  • Hvørji krøv verða sett til eina góðskuleiðsluskipan og krøvini í ISO 9001:2015 standardin
  • HLS (High Level Structure), sum er ein yvirskipaður leistur til leiðsluskipanir
  • Vandamálsgreiningar (risikoanalyse) og hvørji vandamál eru eyðkend fyri títt virki/stovn
  • Hvønn leiklut leiðslan hevur fyri at tryggja eina nøktandi og effektiva góðskustýring
  • Vegleiðing í betringstilgongdum
  • Hvussu ein góðskuleiðsluskipan verður sett í verk og hvussu ein skipan verður uppstiga til nýggja ISO 9001:2015 standardin.

 

Virkisskeið: Vit veita somuleiðis virkisskeið í innaneftirliti, sum er tilevnað til tykkara fyritøku/stovn.

Er tú áhugað/ur í skeiðnum? – Vinaliga ring til Atlanticon á tlf: 319 685, ella send ein mail til atlanticon@atlanticon.fo

 

 

 

Ynskir tú meira kunning um skeiðið, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum
Tlf: 319 685 – Email: atlanticon@atlanticon.fo