Náttúran er undir stórum trýsti av millum annað dálking, partvíst nýttum tilfeingi, meira og skeivt handfarnum burturkasti, veðurlagsbroytingum og oyðiløgdum vistskipanum. Hetta hevur fingið fyritøkur og stovnar til, at arbeiða við einari skipaðari framgongd til umhvørvisleiðslu. Endamálið við, at seta eina umhvørvisleiðsluskipan í verk er, at verja umhvørvið og, at reagera uppá umhvørvisbroytingar á ein hátt, sum er í javnvág við samfelagsbúskaparfrøðiligan tørv. Tí er umhvørvislig tilvitska í dagliga arbeiðinum ein av hornasteinunum í burðardyggum fyritøkum og almennum stovnum.
ISO 14001:2015 er ein altjóða standardur innan umhvørvisleiðslu. Við at luttaka á skeiðnum, verður tú før/ur fyri, at skilja grundreglurnar innan umhvørvisleiðslu umframt innihaldið í nýggjasta ISO 14001:2015 standardinum. Tú verður ílatin til, at seta í verk og/ella viðlíkahalda eina umhvørvisleiðsluskipan, ið lúkar krøvini í standardinum. Um tú arbeiðir við einari “gamlari ISO 14001” umhvørvisleiðsuskipan, fær tú vitan um, at fáa dagført skipanina til eina ISO 14001:2015 umhvørvisleiðsluskipan. Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og fyri almennar stovnar.
Skeiðið er ætlað:
Persónum, ið til dagligt arbeiða við ella ynskja at fáa vitan um umhvørvisstýring á virkjum ella stovnum. Hetta kunnu vera stjórar, HTU-leiðarar, umhvørvisleiðarar og øll, ið hava ábyrgd av einum virki ella stovni – ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við, at seta eina umhvørvisleiðslu í verk ella, ið skulu dagføra eina “gamla ISO 14001” umhvørvisleiðsluskipan til nýggja ISO 45001:2015 standardin.
Eftir lokið skeið hevur tú fingið kunnleika um:
Undirvísarar: Janet Fríða Johannesen, Atlanticon og Annika Flagstad Berg, HTU-leiðari hjá SEV. Tær hava arbeitt við umhvørvisleiðsluskipanum í meira enn 15 ár.
Luttakaragjaldið er kr. 5.700,- + mvg fyri hvønn luttakara. Við tilmelding av tveimum ella fleiri luttakarum fáa tit 10% í avsláttri. Við í luttøkugjaldinum er millum- og miðmáli. Luttakaratalið er avmarkað. Fyri at halda skeiðið krevst í minsta lagi 5 luttakarar.
Virkisskeið: Vit veita somuleiðis virkisskeið í innaneftirliti, sum er tilevnað til tykkara fyritøku/stovn.