EMS – Light

Ein einføld umhvørvisleiðslustýring

EMS – Light er ein einføld skipan, ið snýr seg um at fáa í lag eina skipaða umhvørvisleiðslustýring í fyritøkuni.​ Umframt eina betri skerjing av umhvørvinum, hevur ein skipað tilfeingisnýtsla eisini við sær fíggjarligar sparingar.​ EMS – Light minkar um nýtsluna av millum annað el, olju, vatni og rávøru. ​

Umhvørvisleiðslustýringin fevnir um eina skipaða, skjalprógvaða og regluliga meting av nýtsluni á útvaldum økjum.

EMS – Light er ein einfaldari útgáva av umhvørvisleiðsluskipanini ISO 14001, einfaldaða útgávan hóskar seg væl til smærri fyritøkur, og til fyritøkur, ið ynskja eina skipaða umhvørvisleiðslustýring, men sum ikki hava orku til at seta ISO 14001 í verk. Eisini kann EMS – Light mennast til eina ISO 14001 góðkenning, um ein ynskir tað í framtíðini.

Í mun til ISO 14001 og aðrar størri umhvørvisleiðsluskipanir hevur EMS – Light:

  • Lægri krøv til orðaðan umhvørvispolitik, mannangongdir, mál og innihald.
  • Færri krøv til skjalfesting.
  • Minni umsiting.

Atlanticon kann hjálpa tíni fyritøku at fáa gongd í eina umhvørvisleiðslustýringar skipan. Vit ráðgeva og vegleiða teg til røttu loysnina.

Fá meiri at vita 

Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost.

Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo