ISO 14001

Umhvørvisleiðsluskipan, ið munar

Tað er ein avbjóðing fyri fyritøkur og almennar stovnar, at tryggja eina javnvág ímillum ynski um framhaldandi menning og vøksur og, at taka atligt til náttúruna og umhvørvið. Umhvørvisleiðslustýring er ein arbeiðsháttur í søguligum framhaldni, har settu málini regluliga skulu eftirmetast.

Fyri bæði leiðslur og starvsfólk í fyritøkum og almennum stovnum, er tað týdningarmikið at heilsan hjá starvsfólkunum er á eins høgum støði, tá starvsfólkini fara til hús, sum tá ið tey komu til arbeiðis.

ISO 14001 er ein umhvørvisleiðsluskipan, ið verjir umhvørvið og arbeiðsumhvørvið. Við at seta ISO 14001 í verk, er fyritøkan betri skikkað til, at verja umhvørvið og, at reagera uppá umhvørvisbroytingar á ein hátt, ið er í javnvág við samfelagsbúðskaparfrøðiligan tørv.

Vit ynskja at hjálpa tær

Atlanticon kann hjálpa tær, at seta eina ISO 14001 umhvørvisleiðslustýringar skipan í verk. Eisini hava vit skeið í umhvørvisleiðslustýringar skipanini, ið kann vera sera hjálpsom um ein ynskir, at leiðslan skal læra skipanina betri at kenna, áðrenn hon verður sett í verk.


Arbeiðshátturin við umhvørvisleiðslustýring kann stutt lýsast við hesum:

    • Kortlegging – Umhvørvisárin av virksemi og nýtslu hjá fyritøkuni vera eyðmerkt.
    • At hugsa og leggja ætlanir – metingar, møðuleikar og mál
    • At fremja – ætlanir vera settar í verk
    • At eftirmeta – ávirkan og úrslit á tiltøkum vera eftirmett
    • At betra – tilgongdirnar verða støðugt betraðar

Endamálið við einari skipaðari umhvørvisleiðslustýring er at:

    • Yvirhalda lógir
    • Minka um dálking
    • Økja um umhvørvisvinarligar arbeiðsprosessir

Endamálið við, at seta eina umhvørvisleiðsluskipan í verk, er at:

    • Yvirhalda lógir
    • Økja um trygdina og heilsuna hjá starvsfólkunum og vitjandi
    • Betra um arbeiðsumhvørvið í fyritøkuni og á stovninum

Vit ráðgeva og vegleiða teg fegin

Fá meiri at vita 

Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost

Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo