Heimsmálini
Mál fyri burðardyggari menning
Heimsmálini fevna um 17 mál og 169 undirmál, ið árbyrgja 193 lond, sum eru limir í FN. Teirra ábyrgd er, millum annað, at gera enda á fátækradømi, hungri, minka um ólíkheitir, tryggja góðar útbúgvingar, betra um heilsuna, sømilig arbeiðir og burðardyggan økonomiskan vøkstur.
Atlanticon hjálpir fyritøkum við at arbeiða strategiskt við heimsmálunum
Fyrsta stigi í mannagongdini er, at gera eina yvirornaða heildarmynd yvir arbeiði viðvíkjandi burðardygd. Næsta stigi verður funnið fram til, hvussu fyritøkan kann ávirka tey 17 heimsmálini og 169 undirmálini við einari samvirkandi og samskapandi mannagongd. Slík ráðlegging úrslitar til hvørji átaksøkir skulu raðfestast.
Tá ið átaksøkini eru vald, verður arbeitt út frá eini virkisætlan við KPI’um, málum og ítrivum, ið tryggja, at málið verður rokkið. Tilgongdin kann við fyrimuni enda við útviklingini av einum samskiftisplani, ið tryggjar, at felagsskapurin samskiftir teirra arbeiði við heimsmálini á einum trúverdigum og nøktandi máta.
Tey 17 Heimsmálini eru hesi:
- Mál. Gera enda á fátækadømi í øllum tess líki allastaðni.
- Mál. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði.
- Mál.Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.
- Mál.Tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.
- Mál.Fáa í lag javnstøðu millum kynini og máttmenna allar kvinnur og gentur.
- Mál.Tryggja, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt.
- Mál.Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til.
- Mál. At virka fyri varandi, inkluderandi og burðardyggum búskaparvøkstri, fullum og úrtøkugóðum virksemi og sømiligum arbeiði til øll.
- Mál. Byggja sterk undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan.
- Mál. Minka ójavnað í londum og ímillum lond.
- Mál. Gera býir og búsetingar inkluderandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar.
- Mál. Tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur.
- Mál. Sum skjótast seta í verk bráðneyðug átøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum.
- Mál.Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.
- Mál.Verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga og venda landtýningum og lívmargfeldismissi.
- Mál.Virka fyri friðsomum og inkluderandi samfeløgum fyri burðardyggari menning. Útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja munagóðar, ábyrgar og inkluderandi stovnar á øllum stigum
- Mál. Styrkja amboðini at verkseta og stimbra Heimsfevnandi partalagið fyri burðardyggari menning
Fá meiri at vita
Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost
Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo