MATVØRUREINFØRI

Skeið nær:    3. juni, kl. 9-15:30                                               Hvar:   Tórshavn

Skeið til fólk, ið arbeiða við mati

Á skeiðnum verður tú kunnað/ur um bakteriur og aðrar smáverur, og hvussu tú við persónligum reinføri og reinførum arbeiðshættum kann betra um haldgóðskuna á matvøruni, økja um matvørutrygdina og fyribyrgja at fólk gerast sjúk.

Skeiðið er ætlað:

Fólkum, ið arbeiða við at matgera, tilvirka og selja mat, ella arbeiða har matvørur verða handfarnar so sum á matstovum, kantinum, matvøruframleiðsluvirkjum, ali- og fiskavirkjum, umborð á skipum, bakaríum, handlum og øðrum.

Á skeiðnum fært tú kunnleika um:

  • Hvar serliga nógvar bakteriur finnast, og hvussu tær nørast
  • Sjúkuelvandi bakteriur og soppar
  • Reinføri og reinførar arbeiðshættir
  • Persónligt reinføri
  • Hvussu smáverur ferðast og hvussu vit kunnu forða hesum við reinførum arbeiðsháttum.

Prísur: 

Luttakaragjaldið er  kr. 2.700,- uttan mvg fyri hvønn luttakara. Við tilmelding av tveimum ella fleiri luttakarum Fáa tit 10% í avsláttri. Við í luttøkugjaldinum er mið- og millummáli.

Luttakaratalið er avmarkað.

Tekna teg her: atlanticon@atlanticon.fo

Minst til at upplýsa, hvønn dag tú ynskir at luttaka á skeiðnum.

Virkisskeið: 

Vit veita somuleiðis virkisskeið í matvørureinføri, sum er tilevnað til tykkara fyritøku/stovn.

Vilt tú vita meira um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum
Tlf: 212290– Email: atlanticon@atlanticon.fo