SKEIÐ Í INNANEFTIRLITI
Nær: 30. oktober 2023, kl. 9-15 Hvar: Tórshavn
Innaneftirlit á matvøruvirki, framleiðsluskipi og vatnveiting
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakarunum eina holla fatan av, hvussu innaneftirlit kann byggjast upp og skal handfarast á matvøruvirkjum, vatnverkum ella umborð á skipum.
Skeiðið er ætlað:
Stjórum, leiðarum og øllum, ið hava ábyrgd av einum matvøruvirki ella vatnveiting, ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við innaneftirliti ella ynskja, at vita meiri um innaneftirlit á matvøruvirkjum, á vatnverkum og/ella umborð á skipum.
Á skeiðnum fært tú kunnleika um:
- Týdningin av einari góðskuleiðslu fyri nøgdsemi hjá kundunum og hjá starvsfólkunum á virkinum ella stovninum
- Hvørji krøv verða sett til innaneftirlit
- Tær einstøku mannagongdirnar, sum hoyra til innaneftirlitð og hvussu hesar mannagongdir kunnu setast í verk
- Hvønn leiklut leiðslan hevur fyri at tryggja nøktandi og effektivt innaneftirlit
- Hvussu ein HACCP ætlan verður sett í verk, og hvørji vandamál eru eyðkend fyri matvøruvinnuna og/ella eina vatnveitingarskipan
- Innanhýsis skoðan av innaneftirlitinum
- Hvussu leiðslunnar eftirmeting av innaneftirlitinum kann verða gjørd.
Prísur og tilmelding: Luttakaragjaldið er kr. 4.900,- fyri hvønn luttakara. Við tilmelding av tveimum ella fleiri luttakarum fáa tit 10% í avsláttri. Við í luttøkugjaldinum er mið- og millummáli. Luttakaratalið er avmarkað.
Virkisskeið: Vit veita somuleiðis virkisskeið í innaneftirliti, sum er tilevnað til tykkara fyritøku/stovn.
Ynskir tú meira kunning um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum