Starvsfólkaheilsa og trygd eru hornasteinar í einari burðardyggari fyritøku og stovni. Umframt at trygt arbeiðsumhvørvi er eitt lógarkrav, er tað eisini ein skynsom raðfesting. Eitt sunt arbeiðsumhvørvi kann vera við til, at draga og halda fast uppá tey best skikkaðu starvsfólkini, sjúkrafráveran verður lægri, og effektiviteturin verður hægri.
Endamálið við eini leiðsluskipan fyri arbeiðsumhvørvi er millum annað, at skapa karmar fyri leiðslu av arbeiðsumhvørvisvandum og at gera arbeiðsumhvørvi til ein neyðugan part av einum felag/stovni. Miðað verður eftir, at gera fyritøkur og stovnar førar fyri at skapa trygg og sunn arbeiðspláss, at fyribyrgja arbeiðsskaðar og vinnusjúkur og framhaldandi at betra um arbeiðsumhvørvi. Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og almennar stovnar.
ISO 45001:2023 er ein altjóða standardur innan arbeiðsumhvørvisleiðslu, ið fleiri og fleiri virkir og stovnar seta í verk.
Leiðarum, HTU-leiðarum og øllum starvsfólkum, ið hava til uppgávu at planleggja, seta í verk, viðlíkahalda ella betra eina leiðsluskipan eftir ISO 45001-standardinum.
Skeiðið er somuleiðis ætlað trygdarumboðum, arbeiðsumhvørvisfeløgum, áltitsumboðum og teimum, ið ynskja, at fáa meira vitan um arbeiðsumhvørvisstýring á virkjum ella stovnum.
Prísur og tilmelding: Luttakaragjaldið er kr. 13.500,- + mvg fyri hvønn luttakara. Hetta er sami prísur, ið skeiðið kostar í Danmark. Við tilmelding av trimum ella fleiri luttakarum fáa tit 10% í avsláttri. Við í luttøkugjaldinum er millum- og miðmáli og próvbræv (eftir at staðið royndina). Luttakaratalið er avmarkað og tí er umráðandi, at tú meldar teg til í góðari tíð, um tú vilt luttaka á skeiðum.
Um ov fá tekna seg til skeiðið, tekur Atlanticon sær rætt til at útseta ella avlýsa skeiðið. Ynskir tú meira kunning um skeiðið, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 212211.