Atlanticon Sp/f varð stovnað í 1993, og hevði tá navnið Faroe Fish Consult. Av tí at felagið ikki bert veitti ráðgeving innan fiskivinnuøki, broytti felagið í 1996 navn til Atlanticon.
Tey fyrstu 5 árini helt Atlanticon til í Vinnuhúsinum, og í 1998 flutti skrivstovan oman í Vágsbotn í gamla heilsølubygningin hjá P/f Poul Hansen.
Atlanticon veitir bæði ráðgeving til vinnuna og til tað almennu umsitingina. Okkara tænastur fevna um verkætlanaðarleiðslu, umsiting og umseting. Atlanticon ráðgevur í at seta góðskustýringarskipanir í verk. Til matvøruvirki verður veitt ráðgeving innan leiðsluskipanir fyri matvørutrygd so sum HACCP, BRC og Innaneftirlit.
Arbeiðsroyndir
Atlanticon hevur drúgvar royndir innan sítt arbeiðsøkið. Millum annað hava vit veitt Ráðreving til fleiri fyritøkur og stovnar í samband við at gera góðskustýrisskipanir, umhvørvisleiðsluskipanir og við at fáa ISO-9001 sertifisering síðan miðskeiðis í 1990’unum. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar prosesstýrdar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna og har viðlíkahaldi á stovninum er lítil. Eisini hava vit síðan 2007 veitt ráðgeving til fyritøkur og stovnar í samband við at fáa ISO-14001 sertifisering, og í 2010 var fyrsta framleiðslufelag í føroyum ISO 14001 sertifiserað.
Innan umhvørvisøki hevur atlanticon verið við í fleiri norðurlendskum verkætlanum bæði innan umhvørvisstýring, EMS-light og innan grønt innkeyp.
Atlanticon vóru tey fyrstu at veita ráðgeving innan burðardygt vinnulív.
Vilt tú vita meira um okkara arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Tel: 212290 – teldupostur: atlanticon@atlanticon.fo