Privatlívspolitikkur

1.     Dátuverndarkunning frá Atlanticon

Vælkomin til dátuverndarkunning frá Atlanticon. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Atlanticon at tryggja, at viðgerðin av tínum persónupplýsingum eru í samsvar við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti (tað er tú) er kunnað/ur um, hvat ið er skrásett um teg.  

Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívpolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við tiltøk og viðgerð annars hjá okkum.

2.     Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?

Atlanticon er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg.  Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til: 

Atlanticon

Bryggjubakki 4

FO-100  Tórshavn

Telefonnr.: +298 212290

Teldupost: atlanticon@atlanticon.fo

3.     Nær viðgerð Atlanticon persónupplýsingar um teg

Atlanticon viðgerð persónupplýsingar í sambandi við virksemi okkara, harundir tær uppgávur, sum vit sum felag veita tær í sambandi við tær tænastur vit veita ella tey ymsu skeiðini vit bjóða. 

Tað kann verða at tú hevur sent okkum, ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv., sum ger at vit viðgera tað tú sendir inn og hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar. 

Atlanticon kann eisini viðgera eitthvørt mál, har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.  

4.     Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Atlanticon bjóðar ráðgeving og tænastur, umframt ymisk skeiðir, sum tú kanst melda teg til og luttaka í. 

Tá tú meldar teg til eitt skeið, verður tú aloftast biðin um hesar upplýsingar: For- eftirnavn, starvsstað og samskiftisupplýsingar sum telefonnummar og teldupostadressa. 

Tað kunnu verða fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:

  • Atlanticon kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær sum ger at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
  • Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, sum er grunda á tað heimilað áhugamál hjá felagnum í sambandi við skeiðir, ráðgeving ella annað.  
  • Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar.
  • Vit kunnu hava gjørt eina avtalu við teg, sum hevur við sær at vit viðgera tínar persónupplýsingar.  

4.1 Heimilaði endamál við viðgerðini

Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar sum Atlanticon viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.

  • Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-3 & 6 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum  persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-3, og nr. 6, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
  • Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

5.     Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløgini av persónupplýsingum um teg:

  • Vanligar persónupplýsingar. Talan er fyri tað mesta um vanligar persónupplýsingar, so sum fornavn, eftirnavn, bústað, býur/bygd, postnummar og samskiftisupplýsingar sum telefonnummar og teldupostadressa.  

6.     Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Høvuðsreglan hjá Atlanticon er, at vit ikki víðarigeva tínar persónupplýsingar til aðrar móttakarar.  Men, í summum førum nýta vit dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til viðgerð.

7.     Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í  millumtjóðafelagsskapum

Atlanticon nýtir sum útgangsstøðið ikki, veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond), kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum sosiala miðilin Facebook.

Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

Atlanticon hevur sum sagt eina Facebook síðu. Tú eigur at verða vitandi um, at Facebook savnar  inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook síðuna hjá Atlanticon.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.  Herkanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.

8.     Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Persónupplýsingar, sum vit viðgera eru fyri tað mesta innheintaðar beinleiðis frá tær.   

  • Persónupplýsingarnar eru fingnar beinleiðis frá tær ella frá møguliga frá arbeiðsgevaranum, tá ið tú ella arbeiðsgevarin hava meldað teg til eitt av skeiðinum hjá Atlanticon.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

9.     Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingar verða goymdar

Vit goyma tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við tað viðgerð, vit hava, ella um skrásetti persónurin ynskir persónupplýsingarnar strikaðar.

  • Vanligar persónupplýsingar í samband við kundar.  Hesar upplýsingar verða vanliga goymdar í 5 ár, ella so leingi tað er neyðugt hjá Atlanticon at hava tær.
  • Sosialu miðlarnir.  Á hvørjum ári verða sosialu miðlanir hjá Atlanticon gjøgnumgingnir, og myndir  verða strikaðar, tó uttan tær myndir, sum eru av sera generellum karakteri – tær kunnu verða verandi á sosialu miðlunum.  Vit spyrja altíð um samtykki áðrenn vit taka myndir, men um onkur, aftaná ynskir at myndir skulu strikast, so verða tær strikaðar – beinanvegin, uttan drál.  

10.  Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering

Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.  

11.   Rættin til at taka samtykki aftur

Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 2. broti).

Um tú velir at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

12.   Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).

12.1.                     Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

12.2.                     Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

12.3.                     Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til, at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

12.4.                     Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar. 

12.5.                     Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

12.6.                     Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

13.   Kæra til Dátueftirlitið

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.