Ein góðskustýrisskipan er ein skipan, ið kann hjálpa fyritøkum og stovnum at halda avtalur, lúka lógarkrøv og kundakrøv.
Ein góðskustýrisskipan førir til nøgdar kundar og betri sølumøðuleikar. Fyritøkan og stovnurin fáa lægri útreiðslur, tí kostnaðurin av at fyribyrgja feilum er munandi minni, enn kostnaðurin í samband við feilum.
Stýrisskipanin gevur starvsfólkunum møguleikan, at gera røttu uppgávunar rætt og til ásettu tíð. Hetta hevur við sær, at starvsfólk vinna álit á sær sjálvum og øðrum innan arbeiði. Stýrisskipanin vil eisini økja um starvsfólkanøgdsemi, og av tí sama koma starvsfólkini at brúka minni tíð til hvørja einstaka uppgávu.
Fyri bæði fyritøkur og almennar stovnar kann ein góð góðskustýringarskipan:
Atlanticon veitir nógvar ymiskar tænastur í samband við Góðsku-, Umhvørvis og HTU- leiðsluskipanir v.m.:
Atlanticon hevur drúgvar royndir innan hesi evnir. Millum annað hava vit veitt ráðreving til fleiri fyritøkur og stovnar í samband við, at gera góðskustýrisskipanir, umhvørvisleiðsluskipanir og við at fáa ISO-9001 sertifisering síðan miðskeiðis í 1990’unum. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar prosesstýrdar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna og har viðlíkahaldi á stovninum er lítil. Eisini hava vit síðan 2007 veitt ráðgeving til fyritøkur og stovnar í samband við at fáa ISO-14001 sertifisering, og í 2010 var fyrsta framleiðslufelag í føroyum ISO 14001 sertifiserað.
Innan umhvørvisøki hevur atlanticon verið við í fleiri norðurlendskum verkætlanum bæði innan umhvørvisstýring, EMS-light og innan grøn almenn innkeyp.
Tað er møðuligt, at leiga ein góðskuleiðara, les meiri um hetta við, at trýsta her.
Eisini er møðuligt, at leiga ein umhvørvisleiðara, les meiri um hetta við, at trýsta her.
Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost
Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo