Leiga tín egna umhvørvisleiðara

Fá serfrøðina inn á virkið, og nøkta tykkara tørv innan umhvørivsleiðslu

Smáar og miðalstórar fyritøkur hava ofta ikki tørv á, at hava umhvørvisleiðarar í starvi, og tí verður tað ofta fyrisitingarleiðarin ella virkisleiðarin, ið fær uppgávuna sum umhvørvisleiðari omaná alt annað, viðkomandi skal taka sær av. Hetta kann vera ein trupulleiki, tí yrkiskunnleikin hjá leiðaranum er ein annar enn umhvørvisleiðslustýring, samstundis sum tað kann gerast trupult at fáa tíðina at strekkja til ymisku evnini.

Tí bjóða vit fyritøkum at leiga ein umhvørvisleiðara eftir tørvi einans at rinda fyri teir tímar, ið vera nýttir til umhvørvisleiðsluna. Vit átaka okkum at halda skil umhvørvisskipanini og øllum skjalatilfarið, soleiðis at certifikati/váttanin kann endurvinnast á hvørjum árið, uttan stórvegis trupulleikar.

Atlanticon hevur serkunnleika og drúgvar royndir innan umhvørvisstýring.

Fá meiri at vita 

Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost

Tel: 319685 Email: atlanticon@atlanticon.fo