Smáar og miðalstórar fyritøkur hava ofta ikki tørv á, at hava góðskuleiðarar í starvi, og tí verður tað ofta fyrisitingarleiðarin ella virkisleiðarin, ið fær uppgávuna sum góðskuleiðari omaná alt annað, viðkomandi skal taka sær av. Hetta kann vera ein trupulleiki, tí yrkiskunnleikin hjá leiðaranum er ein annar enn góðskustýring, samstundis sum tað kann gerast trupult, at fáa tíðina, at strekkja til ymisku evnini.
Tí bjóða vit fyritøkum at leiga ein góðskuleiðara eftir tørvi einans at rinda fyri teir tímar, ið vera nýttir til góðskuleiðsluna. Vit átaka okkum at halda skil á góðskuskipanini og øllum skjalatilfarið, soleiðis at certifikati/váttanin kann endurvinnast á hvørjum árið, uttan stórvegis trupulleikar.
Atlanticon hevur serkunnleika og drúgvar royndir innan góðskustýringstýring.
Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost
Tel: 319685 Email: atlanticon@atlanticon.fo