Innaneftirlit og matvøruframleiðsla

Ynskja tit góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, ISO 22000 ella hava tit fingið serlig krøv frá kundunum? 

Fyri matvøruframleiðarar og vatnverk er tað ein avbjóðing at uppbyggja og seta í verk innaneftirlit og aðrar skipanir, ið liva upp til krøvini hjá myndugleikum og kundum. Samstundis skal tað vera ein liðilig skipan, ið tørvar lítla orku til viðlíkahald.

Atlanticon hevur arbeitt við innaneftirlitsskipanum síðan fyrst í 1990’unum og við BRC (British Retail Consortium) og ISO skipanum síðan síðst í 1990’unum. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna, og sum tørva lítla orku til viðlíkahald.

Atlanticon veitir nógvar ymiskar tænastur í samband við innaneftirlit, BRC v.m.:

  • At uppbyggja, seta í verk og viðlíkahalda hesar skipanir:
  • Innaneftirlit
  • BRC (British Retail Consortium)
  • ISO 22000
  • GMP (Good Manufacturing Pracits)
  • IFS
  • HACCP (Hazard Analyses Critical Control Point)
  • Innanhýsis skoðan
  • Reinsføriseftirlit
  • Sýnistøku og kanningar
  • Innanhýsis skeið

Fá meiri at vita 

Ynskir tú at vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella við at senda okkum ein teldupost

Tel: 212290 Email: atlanticon@atlanticon.fo