Um Atlanticon

Atlanticon veitir ráðgeving bæði til vinnuna og til almennar stovnar og ráð. Okkara tænastur fevna um leiðsluskipanir, verkætlanaðarleiðslu, skeið og ráðgeving.

Atlanticon ráðgevur í at seta leiðsluskipanir í verk. Leiðsluskipanirnar fevna um ISO 9001 góðskuleiðsluskipan, ISO 14001 umhvørvisleiðsluskipan, ISO 45001 arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan við fleiri.

Váðagreining er partur av eini leiðsluskipan.

Harafturat ger Atlanticon innanhýsis skoðanir av nevndu skipanum.

Til matvøruvirki veitir Atlanticon harafturat tænastur í at uppbyggja og seta í verk innaneftirlit.

Ráðgevur í matvørutrygd sum heild og í ymiskum matvørutekniskum spurningum.

Viðvíkjandi burðardygd veitir Atlanticon omanfyri nevndu leiðsluskipanir umframt ráðgeving í umhvørvisspurningum og í verðinsmálunum og hvussu hesi kunnu setast í verk á virkinum/stovninum. Somuleiðs ráðgevur Atlanticon í ESG (Environment, Social og Governance).

Skeiðsvirki hjá Atlanticon fevnir um skeið í omanfyrinevndu leiðsluskipanum.

Atlanticon Sp/f varð stovnað í 1993, og hevði tá navnið Faroe Fish Consult. Av tí at felagið ikki bert veitti ráðgeving innan fiskivinnuøki, broytti felagið í 1996 navn til Atlanticon.

Tey fyrstu 5 árini helt Atlanticon til í Vinnuhúsinum, og í 1998 flutti skrivstovan oman í Vágsbotn í gamla heilsølubygningin hjá P/f Poul Hansen.

Fá meiri at vita 

Vilt tú vita meira um okkara arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tel: 212290 – teldupostur: atlanticon@atlanticon.fo