Skeið í Umhvørvisleiðslu

ISO 14001 – Fáið eina væleydnaða umhvørvisleiðslu

Nær: 3. oktober 2019 kl. 09.00 – 16.00
Hvar: Tórshavn

Náttúran er undir stórum trýsti av m.a. dálking, partvíst nýttum tilfeingi, meira og skeivt handfarnum
burturkasti, veðurlagsbroytingum og oyðiløgdum vistskipanum. Hetta hevur fingið fyritøkur og stovnar til at arbeiða við einari skipaðari tilgongd til umhvørvisleiðslu. Endamálið við at seta eina umhvørvisleiðsluskipan í verk er at verja umhvørvið og at reagera uppá umhvørvisbroytingar á ein hátt, sum er í javnvág við
samfelagsbúskaparfrøðiligan tørv. Tí er umhvørvislig tilvitska í dagliga arbeiðinum ein av hornasteinunum í burðardyggum fyritøkum og almennum stovnum.

ISO 14001:2015 er ein altjóða standardur innan umhvørvisleiðslu. Við at luttaka á skeiðnum, verður tú før/ur fyri at skilja grundreglurnar innan umhvørvisleiðslu umframt innihaldið í nýggjasta ISO 14001:2015
standardinum. Tú verður ílatin til at seta í verk og/ella viðlíkahalda eina umhvørvisleiðsluskipan, ið lúkar
krøvini í standardinum. Um tú arbeiðir við einari “gamlari ISO 14001” umhvørvisleiðsuskipan, fært tú vitan um at fáa dagført skipanina til eina ISO 14001:2015 umhvørvisleiðsluskipan.
Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og fyri almennar stovnar.

Skeiðið er ætlað persónum, sum til dagligt arbeiða við ella ynskja at fáa vitan um umhvørvisstýring á
virkjum ella stovnum. Hetta kunnu vera stjórar, HTU-leiðarar, umhvørvisleiðarar og øll, ið hava ábyrgd av
einum virki ella stovni – ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við at seta eina umhvørvisleiðslu í verk ella
sum skulu dagføra eina “gamla ISO 14001” umhvørvisleiðsluskipan til nýggja ISO 45001:2015 standardin.
Eftir lokið skeið hevur tú kunnleika um:

  • Hvørji krøv verða sett til eina umhvørvisleiðsluskipan og krøvini í ISO 14001:2015 standardinum
  • HLS (High Level Structure) – ein yvirskipaður felagsleistur til leiðsluskipanir
  • Hvønn leiklut leiðslan hevur fyri at tryggja eina nøktandi og effektiva umhvørvisleiðsluskipan
  • Hvussu leiðsluskipanir kunnu gerast meira virðisskapandi
  • Hvussu ein umhvørvisleiðsluskipan verður sett í verk

Undirvísarar: Janet Fríða Johannesen, Atlanticon og Annika Flagstad Berg, HTU-leiðari hjá SEV.
Prísur: Luttøkugjald er kr. 4.700,- + mvg fyri hvønn luttakara. Luttakaratalið er avmarkað. Fyri at halda skeiðið krevst í minsta lagi 7 luttakarar.

Tilmeldingarfreist: . 2. oktober 2019.

Tilmelda teg her: atlanticon@atlanticon.fo
Ynskir tú meira kunning um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Atlanticon á tlf. 212211 ella 319685.