Leiga tín egna umhvørvisleiðara

Fá serfrøðina inn á virki, til at nøkta tykkara tørv innan umhvørivsleiðslu.

Umhvørvisleiðara

Smáar og miðalstórar fyritøkur hava ofta ikki tørv á at hava umhvørvisleiðarar burturav í starvi, og tí verður tað ofta fyrisitingarleiðarin ella virkisleiðarin, ið fær uppgávuna sum umhvørvisleiðari omaná alt annað, hann ella hon skal taka sær av. Hetta kann vera ein trupulleiki, tí yrkiskunnleikin hesum er ein annar enn umhvørivsleiðslustýring, og tað kann eisini vera ein trupulleiki at fáa tíðina at røkka til at røkja fleiri økir í senn.

Atlanticon bjóðar fyritøkum at leiga ein umhvørisleiðara eftir tørvi og rinda einans fyri teir tímar, sum nýttir verða. Vit átaka okkum at halda skil á umhvørvisskipanini og øllum skjalatilfari, soleiðis at certifikati/váttanin kann endurvinnast á hvørjum ári uttan stórvegis trupulleikar. Atlanticon hevur serkunnleika og drúgvar royndir innan umhvørvisstýring.

Fá meira at vita

Vilt tú vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 319685 ella senda ein teldupost til atlanticon@atlanticon.fo