Innaneftirlit og matvøruframleiðsla

Ynskja tit góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, ISO 22000 ella hava tit fingið serlig krøv frá kundunum?

Fyri matvøruframleiðarar og vatnverk er tað ein avbjóðing at uppbyggja og seta í verk innaneftirlit og aðrar skipanir, ið liva upp til krøvini hjá myndugleikum og kundum og, sum samstundis er ein smidlig skipan, ið tørvar lítla orku til viðlíkahald.

Atlanticon hevur arbeitt við innaneftirlitsskipanum síðani fyrst í 1990’unum og við BRC (British Retail Consortium) og ISO skipanum síðani síðst í 1990’unum. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna, og sum tørvar lítla orku til viðlíkahald.

Atlanticon veitir nógvar ymiskar tænastur í sambandi við innaneftirlit, BRC v.m.:

  • At uppbyggja, seta í verk og halda við líka hesa skipanir: Innaneftirlit, BRC (British Retail Consortium), ISO 22000, GMP (Good Manufacturing Pracits), IFS,
  • HACCP (Hazard Analyses Critical Control Point)
  • Innanhýsis skoðan
  • Reinsføriseftirlit
  • Sýnistøku og kanningar
  • Innanhýsis skeið
  • Leiga tín egna góðskuleiðara

Fá meira at vita

Vilt tú vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 319685 ella senda ein teldupost til atlanticon@atlanticon.fo