Leiga tín egna góðskuleiðara

Fá serfrøðina inn á virki, til at nøkta tykkara tørv innan innaneftirlit og matvørutrygd.

Góðskuleiðara

Smáar og miðalstórar fyritøkur hava ofta ikki tørv á at hava góðskuleiðarar burturav í starvi, og tí verður tað framleiðsluleiðarin ella virkisleiðarin, ið fær uppgávuna sum góðskuleiðari omaná alt annað, hann ella hon skal taka sær av. Hetta kann vera ein trupulleiki, tí yrkiskunnleikin hjá t.d. virkisleiðaranum er ein annar enn góðska og trygd, og tað kann eisini vera ein trupulleiki at fáa tíðina at røkka til at røkja fleiri økir í senn.

Atlanticon bjóðar fyritøkum at leiga ein góðskuleiðara eftir tørvi og rinda einans fyri teir tímar, sum nýttir verða. Vit átaka okkum at halda skil á góðskuskipanunum (t.d. ISO, BRC, innaneftirlit) og øllum skjalatilfari, soleiðis at certifikati/váttanin kann endurvinnast á hvørjum ári uttan stórvegis trupulleikar. Atlanticon hevur serkunnleika og drúgvar royndir innan matvørugóðsku og matvørutrygd bæði her á landi og uttanlanda.

Fá meira at vita

Vilt tú vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 319685 ella senda ein teldupost til atlanticon@atlanticon.fo