Fyri eina og hvørja fyritøku og almennan stovn vil ein góð góðskustýringarskipan:
Við eini góðari góðskustýringarskipan vil fyritøkan og stovnurin vera betri førar fyri at halda avtalur og lúka lógarkrøv og kundakrøv. Hetta ber við sær nøgdar kundar og betri sølumøguleikar. Fyritøkan og stovnurin fáa lægri útreiðslur, tí kostnaðurin av at fyribyrgja feilum er munandi minni enn kostnaðurin í sambandi við feilir. At starvsfólkini gera røttu uppgávur rætt og til ásettu tíð, økir starvsfólkanøgdsemi og minkar um tíðina til at útføra tær einstøku uppgávurnar.
Atlanticon hevur veitt ráðgeving til fleiri fyritøkur og stovnar í sambandi við at gera góðskustýringarskipanir og við at fáa ISO-9001 sertifisering síðani mitt í 1990’unum. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar prosessstýrdar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna, og har tørvurin á viðlíkahaldi er lítil.
Tað er ein avbjóðing fyri fyritøkur og almennar stovnar at tryggja eina javnvág millum ynski um framhaldandi menning og vøkstur og at taka atlit til náttúruna og umhvørvið. Endamálið við einari skipari umhvørvisleiðustýring er at:
Tað er uttan iva eitt ynski hjá leiðslum og hjá starvsfólkum í fyritøkum og almennum stovum at heilsan hjá starvsfólkunum er á eins høgum støði, tá starvsfólkini fara til hús, sum tá tey komu til arbeiðis. Endamálið við at seta eina umhvørvisleiðsluskipan í verk, er at:
Atlanticon hevur í gott tíggju ár veitt ráðgeving til fyritøkur og stovnar í sambandi við at gera umhvørvisleiðsluskipanir og við at fáa ISO-14001 sertifisering. Somuleiðis hevur Atlanticon veitt ráðgeving í samband við at gera umhvørvisleiðsluskipanir. Vit hava lagt okkum eftir at gera einfaldar prosessstýrdar skipanir, sum eru skræddaraseymaðar til fyritøkuna, og har tørvurin á viðlíkahaldi er lítil.
Innan umhvørvisøki hevur Atlanticon verið við í fleiri norðurlendslum verkætlanum bæði innan umhvørvisstýring, EMS-light og innan alment Grønt innkeyp.
Atlanticon veitir nógvar ymiskar tænastur í sambandi við Góðsku-, Umhvørvis og HTU- leiðsluskipanir v.m.:
Vilt tú vita meiri um okkara arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 319685 ella senda ein teldupost til atlanticon@atlanticon.fo