Skeiðið er ætlað starvsfólkum, ið arbeiða við at matgera, tilvirka og selja mat, so sum fiskavirkjum, verksmiðjuskipum, matvøruframleiðarum, matstovum, bakaríum, handlum o.ø.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan innan matvørureinføri og innlit í reinførar arbeiðshættir.
Luttakararnir fáa innlit í hvussu umráðandi tað er við reinførum arbeiðsháttum, fyri at vøran skal vera so trygg sum gjørligt.
Prísurin fyri virkisskeið úti á virkjum, verður settur í mun til luttakararnar.
Skeiðið verður somuleiðis hildið á Bryggjubakka 4, í Tórshavn. Ring ella skriva fyri at fáa nærri at vita um dato og prís.
Ynskir tú at fáa meiri vitan um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Atlanticon á tlf.: 212211 ella 319685.