SKEIÐ Í INNANEFTIRLITI

Byrjar: 20. september 2017, kl. 09.00
Endar: 20. september 2017, kl. 16.00
Stað: Tórshavn

Skeiðið er ætlað

Stjórum, leiðarum og øllum, ið hava ábyrgd av einum matvøruvirki ella vatnveiting - ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við innaneftirliti ella vilja vita meira um innaneftirlit á matvøruvirkjum, á vatnverkum og/ella umborð á skipum.

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina holla fatan av, hvussu innaneftirlit kann byggjast upp og skal handfarast á matvøruvirkjum, vatnverkum ella umborð á skipum.

Eftir lokið skeið vilt tú hava kunnleika til:

  • Týdningin av einari góðskuleiðslu fyri nøgdsemi hjá kundunum og hjá starvsfólkunum á virkinum ella stovninum.
  • Hvørji krøv verða sett til innaneftirlit.
  • Tær einstøku mannagongdirnar, sum hoyra til innaneftirlitð og til hvussu hesar mannagongdir kunnu setast í verk.
  • Hvønn leiklut leiðslan hevur fyri at tryggja nøktandi og effektivt innaneftirlit.
  • Hvussu ein HACCP ætlan verður sett í verk, og hvørji vandamál eru eyðkend fyri matvøruvinnuna og/ella eina vatnveitingarskipan.
  • Hvussu innanhýsis skoðanir av innaneftirlitinum kunnu verða gjørdar.
  • Hvussu leiðslunnar eftirmeting av innaneftirlitinum kann verða gjørd.

  • Undirvísarar: Janet Fríða Johannesen, Atlanticon og Drós í Ólavstovu, Quality Consulting. Undirvísararnir hava yvir 20 ára royndir innan góðskustýring.

    Prísur: Luttøkugjald er kr. 4.700,- uttan mvg fyri hvønn luttakara. Luttakaratalið er avmarkað.

    Tilmeldingarfreist: 4. september 2017.

    Tilmelda teg her: atlanticon@atlanticon.fo


    Ynskir tú at fáa meiri vitan um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Atlanticon á tlf.: 212211 ella 319685.