Við at luttaka á skeiðnum, verður tú før/ur fyri at skilja grundreglurnar innan góðsku- og prosessleiðslu umframt innihaldi í nýggja ISO 9001:2015 stadnardinum. Tú verður ílatin til at seta í verk og/ella viðlíkahalda eina góðskuleiðsluskipan, sum livir upp til krøvini í standardinum.
Við einari góðskuleiðsluskipan varðveitir ella økir tú um góðskuna og tænastuna uttan at seta lønsemi í vanda. Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og fyri almennar stovnar.
Skeiðið er ætlað: Stjórum, góðskuleiðarum og øllum, ið hava ábyrgd av einum virki ella stovni - ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við at seta eina góðskustýring í verk ella sum skulu dagføra eina góðskuleiðsskipan til nýggja ISO 9001:2015 standardin.
Eftir lokið skeið vilt tú hava kunnleika til:
Undirvísarar: Janet Fríða Johannesen, Atlanticon og Drós í Ólavstovu, Quality Consulting. Undirvísararnir hava yvir 20 ára royndir innan góðskustýring.
Prísur: Luttøkugjald er kr. 4.700,- uttan mvg fyri hvønn luttakara. Luttakaratalið er avmarkað.
Tilmeldingarfreist: 24. mai 2018.
Tilmelda teg her: atlanticon@atlanticon.fo
Ynskir tú at fáa meiri vitan um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Atlanticon á tlf.: 212211 ella 319685.