SKEIÐ Í GÓÐSKULEIÐSLU

Nær: Ikki ásett
Hvar: Tórshavn

Við at luttaka á skeiðnum, verður tú før/ur fyri at skilja grundreglurnar innan góðsku- og prosessleiðslu umframt innihaldi í nýggja ISO 9001:2015 stadnardinum. Tú verður ílatin til at seta í verk og/ella viðlíkahalda eina góðskuleiðsluskipan, sum livir upp til krøvini í standardinum.

Við einari góðskuleiðsluskipan varðveitir ella økir tú um góðskuna og tænastuna uttan at seta lønsemi í vanda.  Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og fyri almennar stovnar.

Skeiðið er ætlað: Stjórum, góðskuleiðarum og øllum, ið hava ábyrgd av einum virki ella stovni – ella sum á ein ella annan hátt arbeiða við at seta eina góðskustýring í verk ella sum skulu dagføra eina góðskuleiðsskipan til nýggja ISO 9001:2015 standardin.

Eftir lokið skeið vilt tú hava kunnleika til:

  • Týdningin av einari góðskuleiðslu fyri nøgdsemi hjá kundunum og hjá starvsfólkunum á virkinum ella stovninum.
  • Hvørji krøv verða sett til eina góðskuleiðsluskipan og krøvini í ISO 9001:2015 standardin
  • HLS (High Level Structure), sum er ein yvirskipaður leistur til leiðsluskipanir
  • Vandamálsgreiningar (risikoanalyse) og hvørji vandamál eru eyðkend fyri títt virki/stovn
  • Hvønn leiklut leiðslan hevur fyri at tryggja eina nøktandi og effektiva góðskustýring
  • Vegleiðing í betringstilgongdum
  • Hvussu ein góðskuleiðsluskipan verður sett í verk og hvussu ein skipan verður uppstiga til nýggja ISO 9001:2015 standardin.

Undirvísarar: Janet Fríða Johannesen, Atlanticon og Drós í Ólavstovu, Quality Consulting. Undirvísararnir hava yvir 20 ára royndir innan góðskustýring.

Prísur: Luttøkugjald er kr. 4.700,- uttan mvg fyri hvønn luttakara. Luttakaratalið er avmarkað.

Prísurin fyri virkisskeið úti á virkjum ella stovni, verður settur í mun til luttakarnar.

Tilmeldingarfreist: Ikki ásett.

Tilmelda teg her: atlanticon@atlanticon.fo

 

Ynskir tú at fáa meiri vitan um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Atlanticon á tlf.: 212211 ella 319685.