Skeið í Arbeiðsumhvørvisleiðslu

Nær: 30. november 2023, kl. 9-16

Hvar: Tórshavn

ISO 45001 – Fá eina væleydnaða arbeiðsumhvørvisleiðslu

Starvsfólkaheilsa og trygd eru hornasteinar í einari burðardyggari fyritøku og stovni. Umframt at trygt arbeiðsumhvørvi er eitt lógarkrav, er tað eisini ein skynsom raðfesting. Eitt sunt arbeiðsumhvørvi kann vera við til, at draga og halda fast uppá tey best skikkaðu starvsfólkini, sjúkrafráveran verður lægri, og effektiviteturin verður hægri.

Endamálið við eini arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan er millum annað, at skapa karmar fyri leiðslu av arbeiðsumhvørvisvandum. Miðað verður eftir, at gera fyritøkur og stovnar førar fyri at skapa trygg og sunn arbeiðspláss, at fyribyrgja arbeiðsskaðar og vinnusjúkur og framhaldandi at betra um arbeiðsumhvørvisavrikini. Hetta er bæði galdandi fyri privatar fyritøkur, framleiðslu- og tænastuvirki eins og almennar stovnar.

Sum ein liður í, at tryggja góða arbeiðsumhvørvisleiðslu, mugu fyritøkur og stovnar hava eftirlit við at stýra arbeiðsumhvørvisarbeiðið. ISO 45001:2018 er ein altjóða standardur innan arbeiðsumhvørvisleiðslu, sum kom út í 2018, og er hetta tann fyrsti ISO standardurin innan arbeiðsumhvørvisleiðslu.

Hví luttaka á skeiðnum? Tú fært kunnleika um:

  • Hvørji krøv verða sett til eina arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan og krøvini í ISO 45001:2018 standardinum
  • HLS (High Level Structure) – ein yvirskipaður felagsleistur til leiðsluskipanir
  • Vandamálsmeting av arbeiðsumhvørvinum
  • Hvønn leiklut leiðslan hevur fyri at tryggja eina nøktandi og effektiva arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan
  • Hvussu tú kanst draga starvsfólkini við í avgerðartilgongdirnar
  • Hvussu leiðsluskipanir kunnu gerast meira virðisskapandi
  • Hvussu ein arbeiðsumhvørvisleiðsluskipan verður sett í verk

Skeiðið er ætlað:

Stjórum. leiðarum, HTU-leiðarum og øllum, ið hava ábyrgd av einum virki ella stovni. Somuleiðis er skeiðið ætlað persónum, ið til dagligt arbeiða við ella ynskja, at fáa meira vitan um arbeiðsumhvørvisstýring á virkjum ella stovnum.

Undirvísarar: Janet Fríða Johannesen, Atlanticon og Annika Flagstad Berg, HTU-leiðari hjá SEV.

Prísur og tilmelding: Luttakaragjaldið er kr. 5.700,- + mvg fyri hvønn luttakara. Við tilmelding av tveimum ella fleiri luttakarum fáa tit 10% í avsláttri. Við í luttøkugjaldinum er millum- og miðmáli.  Luttakaratalið er avmarkað. Fyri at halda skeiðið krevst í minsta lagi 5 luttakarar.

Tilmelda teg her: atlanticon@atlanticon.fo

Ynskir tú meira kunning um skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum
Tlf: 212290 – Email: atlanticon@atlanticon.fo